Rættarfundir við Tjarnir

Rættarfundir við Tjarnir
Seks menn eru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju til Føroya í fjør heyst við tí endamáli at selja hassjið í Føroyum
Hassj.
 
16.04.2025 - 07:08

Týsdagin verður aftur eitt av teimum stóru rúsevnismálunum í Føroya rætti.

Seks menn eru ákærdir fyri at hava smuglað 18 kilo av hassji og 800 gramm av hassjolju til Føroya í fjør heyst við tí endamáli at selja hassjið í Føroyum.

Ein teirra kom til Føroya við hassjinum í bátinum Emelie úr Danmark.

Báturin legði at á Sandi.

Tveir aðrir, sum eru ákærdir, gróvu hassjið niður í haganum oman fyri omankoyringina til Kirkjubøar.

Menninir eru eisini ákærdir fyri at royna at hvítvaska 1,3 mió. kr.

Tveir teirra vóru tiknir, tá teir koyrdu um borð á Norrønu 17. oktober í fjør.

Tollarar funnu pengarnar, 1,3 mió. kr., í holrúmum í bili teirra.

Teir skuldu til Danmarkar.

Politiið sigur, at pengarnir stava frá ólógligum virksemi. 

Eisini amfetamin

Ein av teimum seks er eisini ákærdur fyri at selja ella lata 200 gramm av amfetamini í Føroyum.

Tað skal sambært ákæruritinum hava verið frá 24. til 27. januar í ár, og skal vera gjørt í samráði við eina kvinnu.

Ákæruvaldið krevur, at hald verður lagt á vinningin, 134.182 kr..

Kravt verður eisini, at hald verður lagt á 780 evrur, góðar 5.800 krónur. 

Í øllum málum eru, sambært ákæruritinum, ókendir gerningsmenn, bæði í Føroyum og í Danmark. 

Allir teir seks ákærdu eru í varðhaldi, tríggir í Mjørkadali og tríggir í Vestre fængsel.

Av tí at seks ákærdir eru, er Dómhúsið í Havn ov lítið, so rættarfundirnir vera við Tjarnir.

Vikan eftir páskir er sett av til rættarmálið, og flaggdagurin verður eisini brúktur. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
190857
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Langi fríggjadagur
190849
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Hósdag 17. apríl
Vinur mín í vínlandi
190832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835