- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fullur maður skeyt við byrsu í Norðdepli í morgun
Fullur maður skeyt við byrsu í Norðdepli í morgun
Løgreglan fekk fráboðan klokkan 10 í morgun um, at ein fullur maður gekk við byrsu og skeyt upp í luftina. Maðurin varð handtikin umleið klokkan 10.30.

17.04.2025 - 11:48
Ein fullur maður hevur skotið við byrsu í Norðdepli í morgun.
Fjálturstungin fólk í Norðdepli boðaðu í morgun løgregluni frá, at ein fullur maður gekk runt í bygdini við byrsu.
Maðurin lat fleiri skot av, og enn veit løgreglan bara um, at hann skeyt upp í luftina. Men hetta skal takast við fyrivarni tí øll vitni eru ikki avhoyrd enn.
Eftir at politiðið kom á staðið skeyt maðurin einaferð aftrat upp í luftina, og beint eftir tað megnaði politiðið at tosa hann til rættis. Hann var handtikin umleið klokkan hálvgum ellivu. Í løtuni situr hann í varðhaldi ímeðan løgreglan ger av, hvat hann skal skuldsetast fyri.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV