Nýggj politieind krevur broyting í revsilógini

Nýggj politieind krevur broyting í revsilógini
National enhed for Særlig Kriminalitet hjálpir politinum at kanna talgilda skemd, m.a. myndir av naknum gentum og kvinnum, sum ikki hava givið samtykki
Nýggja politieindin, National enhed for Særlig Kriminalitet, fer eisini at virka í Føroyum, men tað krevur broyting í revsilógini, sigur danski løgmálaráðharrin.
 
22.06.2022 - 08:22

Politiið í Føroyum brúkar ikki enn skipanina, sum verður brúkt í Danmark til at stýra málsviðgerðum.

Men hon er á veg í Føroyum.

Tað sigur Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann, sum spurdi, hvussu nógv mál, politiið í Føroyum hevur um Golden Maps, har sum myndir av naknum gentum og kvinnum, sum ikki hava givið sítt samtykki, eru.

 

Nýggj eind

Politiið í Føroyum kann tí ikki á netinum finna, hvussu nógv slík mál eru her.

Løgmálaráðharrin sigur, at ein nýggj eind er stovnað, sum eitur National enhed for Særlig Kriminalitet.

Hon skal hjálpa politinum við at kanna talgilda skemd, tá talan er um slík mál, sum eru sera fløkt.

Revsilógin í Føroyum skal broytast, so eindin eisini skal virka í Føroyum, sigur Mattias Tesfaye.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109