Arkitektakapping um nýggja Tjóðleikhúsið

Arkitektakapping um nýggja Tjóðleikhúsið
Fimm arkitektatoymi eru undangóðkend, og uppskotini skulu vera inni 25. august
Nýggja Tjóðleikhúsið verður staðsett á eystara havnarøki í Havn, og verður kapping millum unangóðkend arkitektatoymi um, hvussu Tjóðleikhúsið skal síggja út.
Mynd: Uttanríkis- og mentamálaráðið  
 
17.05.2022 - 16:30

Tey fimm undangóðkendu arkitektatoymini sleppa nú at kappast um at gera uppskot um nýtt tjóðleikhús á Eystaru bryggju í Havn.

Uttanríkis- og mentamálaráðið og Landsverk skipa fyri kappingini.

Undangóðkendu arkitektatoymini eru: 

  • Kontrast
  • Henning Larsen North Atlantic
  • MAP Arkitektar
  • SNA
  • Zeta Arkitektar/Brim Arkitektar

Grundarlagið undir kappingini er kappingin um staðseting av Tjóðleikhúsinum, sum var hildin á vári í 2021. Síðani eru tillagingar gjørdar fyri heildarætlanina fyri Eystara havnarøki, sum Tórshavnar kommuna gjørdi eftir hugskotskapping í fjørheyst.

Kappingaruppskotini um Tjóðleikhúsið skulu vera inni 25. august, og miðað verður eftir, at dømingin av uppskotinum er liðug 5. september, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Niðurlond
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035