- Tíðindi, mentan og ítróttur
Longu komandi ár fáa danskar kvinnur herskyldu

Kvinnur í Danmark skulu hava herskyldu, longu komandi ár.
Tað er greitt eftir, at flokkurin Liberal Alliance hevur boðað frá, at tey ikki longur vilja standa í vegin fyri kvinnuligari herskyldu.
Tað sigur danski verjumálaráharrin Troels Lund Poulsen, sum fegnast um at nú sær út til at kvinnur fáa herskyldu skjótari enn væntað.
Verjan størst týdning
Tað var í apríl í fjør at politisku flokkarnir gjørdu verjusemjuna. Men orsaka av at Liberal Alliance og Danmarksdemokratarnir nýttu sín sítingarrætt, so kundi herskyldan fyri kvinnur ikki gerast veruleiki fyrrenn í fyrsta lagið eftir eitt fólkatingsval í 2027.
Men hetta broytist altso nú, tá Liberal Alliance hevur broytt meining.
- Tað er nógv sum broytist, og sum støðan er nú er neyðugt, at flokkarnir standa saman og fáa tikið tær røttu avgerðirnar, ið eru so týdningarmiklar fyri okkara verju í løtuni.
- Í grundini kann eg ikki koma í tankar um nakað, sum í løtuni hevur størri týdning í donskum politikki, enn júst hetta, sigur Sólbjørg Jakobsen frá Liberal Alliance.