Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Krígsherjaða Ukraina vann Eurovisjón-sangkappingina
Krígsherjaða Ukraina vann Eurovisjón-sangkappingina
Ikki óvæntað, so gjørdist tað Ukraina, ið vann Eurovisjón-sangkappingin í Torino í ár. Tað vóru sjónvarpshyggjararnir, ið tryggjaðu krígsherjaða landinum sigurin
Mynd: Ritzau / Scanpix
15.05.2022 - 00:12
Sangurin "Stefania" var fínur og hevði eina serliga eysturevropiska-sjarmu, og tað hevði ukrainski-bólkurin Kalush Orchestra sanniliga eisini. Sagt var um limirnar í bólkinum, at teir skuldu aftur á hermótið í heimlandinum, tá sangkappingin var liðug.
Og tað var kanska mest av øllum syrgiliga støðan í Ukraina, ið gjørdi, at landið í kvøld vann Eurovisjón-sangkappingina. Í øllum førum, so vóru tað sjónvarpshyggjararnir kring Evropa, ið tryggjaðu Ukraina sigurin, tí tá dómsnevndirnar í luttakandi londunum høvdu latið sínar atkvøður, lá Stórabretland á odda.
Sterki sangurin "Spaceman" hjá TikTok-fyribrigdinum Sam Ryder fekk 283 atkvøður frá dómsnevndunum, og beint í hølinum á honum komu svenska popp-perlan "Hold Me Closer" hjá Cornelia Jakobs við 258 atkvøðum, og eggjandi og eksplosivi latino-poppsangurin "SloMo" hjá kubansku Chanel, ið umboðaði Spania. Hann fekk 231 atkvøður frá dómsnevndunum.
Ukraina fekk 192 atkvøður frá dómsnevndunum, men fekk heili 439 atkvøður frá evropisku sjónvarpshyggjarunum, og tað kláraðu hinir sangirnir ikki at innheinta.
Endin var, at Ukraina vann, Stórabretland bleiv nummar tvey, Spania nummar trý og Svøríki nummar fýra.
Hetta er triðju ferð, at Ukraina vinnur Eurovisjón-songkappingina. Landið vann eisini í 2004 og 2016.
Sí eina útgreining av úrslitinum HER.
Um tú vilt síggja alla finaluna, sum sæst hon her:
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV