Her er málpolitikkurin hjá Kringvarpinum

Her er málpolitikkurin hjá Kringvarpinum
Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum
Málpolitikkur er nú gjørdur fyri Kringvarpið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.05.2022 - 11:11

Í heyst fór Kringvarp Føroya undir at orða ein málpolitikk fyri stovnin, soleiðis at stovnurin lýkur síni lógarásettu, málsligu krøv. Sum einasti miðil av sínum slagi framleiðir Kringvarpið tilfar á føroyskum, og tí er málið eitt av størstu ábyrgdarøkjunum hjá stovninum, og eigur stovnurin at ganga á odda, bæði tá ið tað kemur til at varðveita og at endurnýggja málið. 

Endamálið við málpolitikkinum er at tryggja dygdargott mál á øllum miðlapallum, at javnseta málið við onnur fak í Kringvarpinum og at økja um málsliga tilvitið hjá starvsfólkunum. 

 

Arbeiðsbólkur gjørt politikkin

Í oktober 2021 varð ein arbeiðsbólkur settur at snikka saman málpolitikk fyri stovnin. Í arbeiðsbólkinum vóru Óluva Klettskarð, umboð fyri Føroyamál, Sólva Jónsdóttir, umboð fyri Nám, Ragnar Sigrunarson, umboð fyri Málstovuna, Jón Brian Hvidtfeldt, umboð fyri Felagið Føroysk Miðlafólk, og Solby Christiansdóttir, umboð fyri Kringvarpið. 

Arbeiðsbólkurin hittist umleið eina ferð um mánaðin og skrivaði politikkin í felag. Síðani var politikkurin sendur starvsfólkunum í Kringvarpinum til hoyringar og at enda lagdur fyri kringvarpsstýrið í mai í ár. 

 

Grundskjal

Málpolitikkurin er skipaður við yvirskipaðum reglum fyri tilfar á øllum miðlapallum hjá KVF, reglum um tekst, teksting og týðing, og síðani eru leiðreglur og tilmæli. 

Málpolitikkurin er ætlaður sum grundskjal, og tí skulu serskild undirskjøl gerast fyri at útgreina, hvussu málpolitikkurin skal fremjast í verki. Hetta arbeiðið verður gjørt innanhýsis á stovninum.

Les málpolitikkin her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017