Setir spurnartekin við gravsteinin

Setir spurnartekin við gravsteinin
Søgan um gravsteinin hjá James Bond í Kalsoynni er farin víða
 
29.03.2022 - 09:03

Øll umtala er góð umtala, sigst.

Tað er so spurningurin, tí miðilin The Guardian, hevur nú umrøðu av gravsteininum, sum stendur til minnis um James Bond í Kalsoynni. 

Klummurithøvundur á The Guardian, Stuart Heritage, setir spurnatekin við gravsteinin. Hann skrivar millum annað:

- Nú er eitt ferðamál, sum oyðileggur endan á søguni. Tað er ikki heilt ógjørligt, at eitt ferðafólk, sum hevur glett seg til at síggja filmin í flogfarinum heim, villist nærindis Trøllanesi, og gongur seg fram til ein "film-spoilara", sum er bókstaviliga høgdur í stein, skrivar Stuart Heritage. 

Søgan um gravsteinin ella minnisteinin er farin víða. Variety, Indiewire og Yahoo News hava skrivað søguna um seinasta hvíldarstaðið hjá James Bond. Havandi í huga, hvat endamálið var við minnisteininum, so má sigast, at tað hevur eydnast. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109