Ikki fleiri hjálparpakkar fyribils

Ikki fleiri hjálparpakkar fyribils
Ein meiriluti í Vinnunevndini mælir til, at eitt nú kateringvinnan eisini fær stuðul, men eingin ætlan er um tað
Magnus Rasmussen er landsstýrismaður í umhvørvis- og vinnumálum.
 
10.03.2022 - 11:07

Fleiri hjálparpakkar í sambandi við koronu eru ikki á veg, sum støðan er nú.

Tað sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, um tað, sum meirilutin í Vinnunevndina segði um tey, sum ikki fáa pengar úr landskassanum, tí tey mistu pengar, tá korona kom.

Bjarni Hammer, Henrik Old, Bjørt Samuelsen, Bjarni K. Petersen og Johan Dahl siga í álitinum um uppskotið um stuðul til skeinkistøðini, at millum annað kateringvinnan fær ongan stuðul.

Men stórar fyritøkur, sum kappast við kateringvinnuna, hava fingið nógvar pengar úr landskassanum.

 

Fingið lovað hjálpandi hond

Tey fimm í Vinnunevndini siga, at kateringvinnan hevur ferð eftir ferð hevur fingið lovað eina hjálpandi hond frá landsstýrinum, men enn er eingin hjálp komin. 

Tey heita á landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um at leggja hjálparpakka til kateringvinnuna fyri løgtingið. 

Tey mæla eisini til, at ein uppsavningarpakka verður gjørdur til teirra, sum eru dottin niðurímillum.

Meirilutin í Vinnunevndin nevnir eisini vinnuna, sum letur ljóð og ljós til diskotek og vertshús.

Men fleiri hjálparpakkar koma ikki, sigur landsstýrismaðurin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463