Arbeiðsmarknaðurin eigur at samráðast um arbeiðsvikuna

Arbeiðsmarknaðurin eigur at samráðast um arbeiðsvikuna
Samgongan tekur framvegis ikki undir við uppskotinum um at stytta arbeiðsvikuna, so hon verður 37 tímar
Samgongan í Rættarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at stytta arbeiðsvikuna.
Mynd: Savnsmynd  
 
23.02.2022 - 08:38

Javnaðarflokkurin eigur uppskotið, sum var lagt fram 20.oktober í fjør.

Rættarnevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt uppskotið og skrivað álit. 

Meirilutin í nevndini, samgongan, mælir frá at samtykkja uppskotið.

Hann sigur, at hetta er sama uppskot, sum nevndin viðgjørdi í farnu tingsetu. Tað uppskotið fall.

Umstøðurnar eru ikki broyttar síðani tá, sigur meirilutin.

Skal arbeiðsvikan styttast, eiga partarnir á arbeiðsmarknaðinum at samráðast um tað, heldur samgongan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109