Hægri el-prísir ella færri íløgur

Hægri el-prísir ella færri íløgur
Ætlanin hjá landsstýrinum at hækka avgjaldið á tungolju kann fáa avleiðingar fyri antin el-prísirnar hjá brúkarunum ella íløgu-møguleikarnar hjá SEV
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.02.2022 - 07:53

Antin hækkar elprísurin ella noyðist SEV at halda aftur við íløgum.

Tað hevur Fíggjarnevndin fingið at vita frá SEV, nú hon viðger uppskotið um at hækka avgjaldið á tungolju.

Um elprísurin hækkar, er tað í andsøgn við ætlanina um grøna orku, sigur SEV, tí hægri elprísur eggjar ikki fólki til at fáa sær hitapumpu og elbil.  

Skal elprísurin ikki hækka, noyðist SEV at spara fimm til seks milliónir um árið, tí oljan verður 16 mió. kr. dýrari um árið.

SEV sigur seg ikki skilja grundgevingina í uppskotinum um at hækka oljavgjaldið.

Grundgevingin er, at tað verður meira lønandi hjá SEV at gagnnýta varandi orkukeldur og minka tungoljunýtsluna.

SEV sigur, at avgjaldið á tungoljuna fer ikki at eggja til broytingar í framleiðsluni hjá SEV. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. desember
Veðrið
185252
Sunnudag 15. desember
Andakt við Lis Samuelsen
185142
Sunnudag 15. desember
Møti úr Betania í Porkeri
185140
Fríggjadag 13. desember
Veðrið
185092
Fríggjadag 13. desember
Lutakast til HM-undankappingina í fótbólti
185071