Uttanlandsnevndin biðið um fund við landsstýrismannin

Uttanlandsnevndin biðið um fund við landsstýrismannin
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ætlar at tosa við Jenis av Rana, landsstýrismann, um radaramálið, áðrenn landsstýrirmaðurin fær ráðførslusvarið frá nevndini
Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum roynir at fáa í lag fund við landsstýrismannin, áðrenn nevndin kemur við ráðførðslusvari í radaramálinum
Mynd: Savnsmynd  
 
07.02.2022 - 11:55

Ætlanin var, at landsstýrismaður í uttanlandsmálum skuldi verið á fundi við Uttanlandsnevndini um radarmálið í síðstu viku, men tann fundurin var avlýstur. 

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum ætlar at tosa við Jenis av Rana, landsstýrismann, um radaramálið, áðrenn landsstýrirmaðurin fær ráðførslusvarið frá nevndini.

Roynt verður at hava fundin í hesari vikuni, sigur Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini.

Eingin fundur er tó ásettur enn.

Jenis av Rana vil hava svar frá Uttanlandsnevndini í hesari vikuni. 

Ráðførslan var 9.desember. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109