- Tíðindi, mentan og ítróttur
Útnorðurráðið viðger veðurlagspolitikk og grønt orkuskifti
Útnorðurráðið viðger veðurlagspolitikk og grønt orkuskifti
Korona ger, at ráðstevnan verður talgild

Edva Jacobsen er forkvinna í føroysku sendinevndini í Útnorðurráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
24.01.2022 - 08:40
Mikudagin er ráðstevnan hjá Útnorðurráðnum um veðurlagspolitikk og skiftið til grøna orku á Akureyri í Íslandi.
Korona ger, at ráðstevnan verður talgild.
Úr Føroyum halda Hjálmar Hátún, havfrøðingur, Johannes Jensen, nevndarlimur í Burðardyggum vinnulívi og Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, fyrilestur.
Kunngjørt verður eisini mikudagin, hvørji eru innstillað til at fáa virðisløn Útnorðurráðsins 2022 fyri barna- og ungdómsbókmentir.
Í dag hevur formansskapurin í Útnorðurráðnum fund.
Edva Jacobsen er forkvinna í føroyska Útnorðurráðnum og Henrik Old er næstformaður.
Hini í ráðnum eru Høgni Hoydal, Heðin Zachariasen, Ruth Vang og Steffan Klein Poulsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV