Fyrsti landsdysturin við Tjarnir: Møtið í góðari tíð

Fyrsti landsdysturin við Tjarnir: Møtið í góðari tíð
3000 áskoðarar vera í nýggju stórhøllini við Tjarnir til fyrsta manslandsdystin, og fyri at umganga ferðsluruðuleika, so mæla fyriskiparar til, at fólk møta í góðari tíð
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
12.03.2025 - 11:25

Í kvøld er fyrsti landsdystur í stórhøllini við Tjarnir, tá Føroyar og Holland spæla EM-undankappingardyst.

Omanfyri 3.000 fólk fara til landsdyst, og tí spøkir sami ferðsluruðuleiki, sum til upplatingarkonsertina við Føroya Symfoniorkestri. 

Í løtuni ber einans til at koyra til stórhøllina umvegis rundkoyringina við Eysturoyartunnilin. 

Bæði stjórin við Tjarnir og Hondbóltssambandið heita tí á fólk um at møta í góðari tíð, og skipað verður eisini fyri, at ókeypis bussar koyra millum stórhøllina og bryggjaríið OY, har upphitingartiltak verður.


Mynd: Bárður Lydersen

 

"Okkurt skuldi gerast til landsdystin, eftir fyrtu konsertina við Føroya Symfoniorkestri 1. mars, tá ferðslurululeiki valdaði," sigur Regin W. Dalsgaard, stjóri við Tjarnir.

Regin_W__Dalsgaard

 

Hóast tað eru fleiri enn 600 parkeringspláss uttanfyri stórhøllina, so vilja fyriskipararnir heita á fólk um at koyra saman, tí royndirnar frá undanfarnu tiltøkum í høllini eru, at stórt trýst er á bæði ferðsluni og parkeringsplássunum.

Í Hondbóltssambandinum hava tey lært av steypafinalunum, sum vóru í stórhøllini síðst í februar, sigur Hallur Danielsen.


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Tí koyra millum annað ókeypis bussar frá fjepparatiltakinum í OY niðan til stórhøllina og oman aftur til Havnina aftaná dystin og parkeringsvørar verða settir inn fyri at halda skil á.

Hallur_Danielsen

 

Regin Dalsgaard, stjóri við Tjarnir, er heldur ikki stúrin um ferðsluna í kvøld.

Regin_W__Dalsgaard2

 

Upphitingar tiltakið í OY byrjar klokkan 16:00 til 18:00. Hans Ravnsfjall fer at spæla nøkur løg, og møguleiki verður fyri at koma í rættan hondbóltshýr.

Ókeypis bussar koyra frá OY niðan til Tjarnir kl. 18:00, og oman aftur til Havnina aftaná dystin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791