Formansval í Dansk Folkeparti í dag

Formansval í Dansk Folkeparti í dag
Valið stendur ímillum Morten Messerschmidt, Martin Henriksen og Merete Dae Larsen.
Avgerðin hvør verður nýggjur formaður fyri Dansk Folkeparti fellir í Herning í dag, 23.januar 2022
Mynd: Bo Amstrup  
 
23.01.2022 - 11:31

Spenningur er í politisku skipanini í Danmark, nú Dansk Folkeparti seinnapartin í dag skal velja nýggjan formann.

Trý valevni bjóða seg fram. Tey eru Morten Messerschmidt, sum í løtuni er næstformaður, Martin Henriksen og Merete Dea Larsen.

Væntað verður, at kappingin fer at standa millum Morten Messerschmidt og Martin Henriksen.

Mikið rok hevur verið seinastu dagarnar upp undir landsfundin. Fleiri limir hava boðað frá, at tey melda seg úr flokkinum um eitt nú Morten Messerschmidt verður formaður.

Morten Messerschmidt sjálvur hevur boðað frá, at hann skal berast úr flokkinum. - Verði eg ikki valdur til formann, so ætli eg mær kortini at tæna flokkinum í tí leikluti, sum eg tá fái, boðar hann frá.

Martin Henriksen hevur boðað frá, at verður hann formaður, so skal Morten Messerschmidt ikki vænta sær ein leiðandi leiklut í Dansk Folkeparti.

Kristian Thulesen Dahl, sum eftir ósigurin á kommunuvalinum í heyst, boðaði frá, at hann leggur frá sær, sigur í dag, at hann fer ikki at stuðla Morten Messerschmidt. Orsøkin er rættarmálið, har hann er ákærdur fyri at hava misnýtt ES pengar. Kristian Thulesen Dahl sigur somuleiðis, at fyrrverandi forkvinnan, Pia Kjærsgaard, sum stovnaði flokkin, eigur at halda seg burtur frá tankanum um at gerast ein partur av floksleiðsluni. Okkara tíð er liðug, og nú eiga vit at lata nýggjar kreftir sleppa framat, sigur hann.

Kristian Thulesen Dahl hevur koronu, og tí verður hann við á fundinum gjøgnum netið. Fyri at atkvøða, er neyðugt at vera til staðar í salinum, og tí sleppur Kristian Thulesen Dahl ikki at atkvøða.

Áleið 1000 limir í Dansk Folkeparti eru savnaði í Herning, har atkvøðugreiðslan gongur fyri seg. Tann, ið vinnur valið í dag, verður triðji formaður fyri flokkin nakrantíð. 

Valið byrjar klokkan áleið 12.45 føroyska tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123