Jacob Vestergaard er nú næstformaður í Uttanlandsnevndini

Jacob Vestergaard er nú næstformaður í Uttanlandsnevndini
Nevndin viðger framvegis málið um lofteftirlitsradaran
Jacob Vestergaard er farin aftur í tingið, og hann er nú næstformaður í Uttanlandsnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.01.2022 - 08:33

Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum er ikki liðug at viðgera lofteftirlitsradaran enn.

Hann er aftur á skrá fyri nevndarfundin seinnapartin mánadagin.

Jenis av Rana, landsstýrismaður, ráðførdi seg við nevndina 9.desember í fjør um radaran, men nevndin hevur ikki svarað honum enn. 

Jacob næstformaður

Í gjár komu Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í Fólkaflokkinum í nevndina fyri Brand Sandoy og Anniku Olsen, sum ikki eru í tinginum longur.

Beinir Johannesen er tiltakslimur hjá Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen hjá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.   

Jacob Vestergaard er næstformaður í Uttanlandsnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109