Skeinkistøð fáa nú hjálparpakka

Skeinkistøð fáa nú hjálparpakka
Treytin fyri at fáa stuðul er, at fyritøkan í øllum stuðulstíðarskeiðnum hevur latið aftur í seinasta lagi klokkan 23. Uppskotið er farið til hoyringar
Lógaruppskot um hjálparpakka til skeinkistøð er farið til hoyringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.01.2022 - 11:36

Skeinkistøðini, sum virdu tilmælini frá 9. desember um at lata aftur kl 23, fáa nú ein hjálparpakka.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið hevur í dag sent lógaruppskotið til hoyringar.

Tey, sum kunnu fáa stuðul frá landinum, eru fyritøkur, sum reka dansi- og skeinkistøð.

Fyritøkurnar kunnu søkja um stuðul til fastar útreiðslur, eitt nú leigu, el, hita, tryggingar, grannskoðaraváttan og lønarútreiðslur, sum  eru goldnar bæði fastløntum og tímaløntum í stuðulstíðarskeiðnum.

Landsstýrið setur tó sum treyt fyri at fáa stuðul, at fyritøkan í stuðulstíðarskeiðnum hevur latið aftur í seinasta lagi kl. 23. Stuðulstíðarskeiðini eru býtt sundur, so fyritøkurnar, sum hava havt opið longri ein part av tíðarskeiðnum, ikki kunnu søkja um stuðul tað tíðarskeiði.

Boðini frá landsstýrinum um at stongja kl. 23 fullu ikki í góða jørð, tá ið tey komu í desember, og skeinkistøðini umhugsaðu at hava opið kortini. 

 

100 prosent stuðul

Men eftir fund við landsstýrismannin í vinnumálum, Magnus Rasmussen, fingu skeinkistøðini vissu fyri, at landsstýrið eftir nýggjár fór at leggja uppskot fyri løgtingið um munagóðan hjálparpakka til vinnuna. 

Í hesum hjálparpakkanum veitir landið stuðul til 100 prosent av føstu útreiðslunum hjá fyritøkunum. 

Tó kunnu lønarútreiðslurnar ikki vera størri enn 27.000 kr. fyri hvørt starvsfólk, og grannskoðaraútreiðslurnar eru avmarkaðar til 10.000 kr.

Endaliga stuðulstíðarskeiðið verður nærri ásett av landstýrismanninum vegna skiftandi koronustøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. mars
LEITISSTEIN 11.03.2025
189066
Mikudag 12. mars
Morgunlestur mikudagur 12. mars 2025
188899
Týsdag 11. mars
Breddin: Valdagur í Grønlandi
188969
Týsdag 11. mars
Góðan morgun Føroyar
188963
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123