- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heygsgarður skal brúkast sum royndargarður

Heygsgarður í Kollafirði skal úr festiskipanini og brúkast sum royndargarður hjá Búnaðarstovuni.
Tað ætlar Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, sum hevur gjørt lógaruppskot um tað.
Sambært uppskotinum skulu pengarnir, sum eru á festikontuni hjá Heygsgarði, og framtíðar inntøkur brúkast til at bøta um og viðlíkahalda bygningar og lendi á Heygsgarði.
Inntøkur í framtíðini koma millum annað frá grótbrotinum í Hundsáarbotni.
Garður hjá amtslæknanum
Í 1852 var Heygsgarður tikin til amtslæknaembætið.
Seinasti festari á Heygsgarði var Jógvan Zachariassen, amtslækni, sum doyði í 1939.
Uppsitari var á garðinum í nógv ár, men eingin festi formliga garðin, tí ætlanin var alla tíðina at staðseta almennu royndarstøðina í Kollafirði.
Tó at Heygsgarður í næstan 40 ár ikki hevur virkað sum eitt vanligt festi, er Heygsgarður kortini ongantíð formliga tikin úr festiskipanini.
Heygsgarður umfatar trý matrikulnummur í Kollafjarðar bygd.