Skund-dómar fyri rúsevnasmugling

Skund-dómar fyri rúsevnasmugling
Báðir menninir játtaðu seg sekar, sigur politiið
Annar maðurin fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Hin fekk 50 dagar.
 
10.01.2022 - 09:17

Tveir menn hava fingið ein skund-dóm fyri rúsevnasmugling.

Teir vóru tiknir á flogvøllinum leygarkvøldið, og longu í seinnapartin í gjár vóru teir dømdir í Føroya rætti fyri at royna at smugla 300 gramm av hashi til Føroya.

Báðir játtaðu seg sekar, sigur politiið.

Annar maðurin fekk 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing. Hin fekk 50 dagar, tí hann hevur gjørt okkurt revsivert framanundan tí, sum hann var dømdur fyri í gjár, og ikki enn hevur sitið fyri.

Báðir menninir, sum eru føroyingar, tóku við dóminum.

Menninir, sum eru fyrst í fjørutiárunum, eru latnir leysir, og verða boðsendir, tá teir skulu inn at sita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Vælkomin heim Brandur
188924
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823

Annað frá KVF