Nýggju landsstýrismenninir verða tilnevndir klokkan 14

Nýggju landsstýrismenninir verða tilnevndir klokkan 14
Útvarpið sendir beinleiðis úr Tinganesi
Árni Skaale verður nýggjur landsstýrismaður í fiskivinnumálum og Sólvit Nolsøe fer at umsita almannamál.
 
06.01.2022 - 13:33

Nú klokkan 14 fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, at tilnevna Árna Skaale landsstýrismann í fiskivinnumálum og Sólvit Nolsø landsstýrismann í almannamálum.

Skipað verður fyri lítlari móttøku í Tinganesi.

Koronustøðan ger, at móttøkan verður ikki almenn.

Men tað ber til at fylgja við tilnevningini av landsstýrismonnunum í Útvarpinum, sum sendir beinleiðis úr Tinganesi klokkan 14.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792