Brandur Sandoy tekur seg úr Fólkaflokkinum

Brandur Sandoy tekur seg úr Fólkaflokkinum
Viðhvørt kemur tú til ein krossveg í lívinum, har veljast má, hvør leiðin skal vera, skrivar Brandur Sandoy á Facebook
Brandur Sandoy, sum hevur umboðað Fólkaflokkin í tilsamans 10 ár í Sandoynni, hevur tikið seg úr flokkinum.
 
06.01.2022 - 11:30

Brandur Sandoy, sum hevur verið varamaður hjá Fólkaflokkinum á tingi, hevur tikið seg úr flokkinum.

Tað boðar hann frá á Facebook.

Í gjár skrivaði formaðurin í Sandoyar Fólkafloksfelag, at tað fór at fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri flokkin í Sandoynni, um umboðið hjá flokkinum í oynni fór at verða hildið uttanfyri, í sambandi við telvingina av landsstýrisfólkum.

Og líkt er til, at tað hevur fingið avleiðingar, tí nú hevur Brandur Sandoy tikið seg úr flokkinum.

Á krossvegi

Brandur Sandoy skrivar soleiðis á sínum Facebook-vanga:

Viðhvørt kemur man til ein krossveg í lívinum, har man má velja hvønn veg leiðin framá skal bera.

Við ein slíkan krossveg eri eg í dag.

Í 10 ár havi eg umboðað Fólkaflokkin í Sandoynni.

Soleiðis verður ikki framyvir.

Eg havi í dag boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum.

Øll árini á Tingi havi eg gjørt mítt allarbesta fyrst og fremst fyri Sandoynna, og síðani fyri alt landið.

Vegurin Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni ber mær ikki til persónliga at fylgja. Tí skiljast leiðir í dag.

Eg vil av hjarta takka øllum tykkum mongu sum hava víst mær álit við at givið mær atkvøðu tykkara, á teimum valum sum eg havi stillað upp.

Tað hevur verið ein sonn æra at umboða tykkum og Sandoynna.

Eisini vil eg takka nevndini í Sandoyar Fólkafloksfelag fyri framúr samstarv og stuðul.

Politikkur hevur fylt sera nógv í lívinum seinastu 12 árini. Einasta orsøk at hetta hevur latið seg gjørt er tí at familjan hevur verið aftanfyri og stuðla og hjálpt.

Hvagar leiðin nú ber er óvist.

Kanska okkurt spennandi bjóðar seg, tiltikið er at har ein hurð letur aftur letur onnur upp (smiley face).

Samrøða verður við Brand Sandoy í útvarpstíðindunum klokkan 12.20.

 

Fráboðanin hjá Brandi Sandoy á Facebook. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792