- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar kommunur broyta skattaprosentið

Tríggjar kommunur hava broytt skattaprosentið í ár sammett við í fjør.
Tvær kommunur hava lækkað skattaprosentið.
Kunoyar kommuna hevur lækkað kommunuskattin úr 18,75 prosentum niður í 18,50 prosent, og Skopunar kommuna hevur lækkað kommunuskattin úr 21,00 prosentum niður í 20,95 prosent.
Ein kommuna hevur hækkað skattaprosentið. Tað er Porkeris kommuna. Har er skattaprosentið hækkað úr 20,75 prosentum upp í 21,00 prosent.
Vága kommuna hægsta skattaprosentið
Vága kommuna hevur hægsta skattaprosent í landinum. Har er kommunuskatturin 22,00 prosent.
Fugloyar, Skúvoyar og Fámjins kommunur hava lægsta kommunuskatt í landinum. Har er kommunuskatturin 16,00 prosent
Kirkjuskatturin er broyttur í tveimum kommunum.
Í Vágs kommunu er kirkjuskatturin farin upp, úr 0,60 prosentum upp í 0,90 prosent, og í Hvannasunds kommunu er kirkjuskatturin lækkaður úr 0,90 prosentum niður í 0,60 prosent.
Í einari kommunu er barnafrádrátturin broyttur. Tað er í Sunda kommunu. Har er barnafrádrátturin hækkaður úr 6.000 krónur upp í 6.500 krónur.