- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólvit og Beinir í uppskoti sum landsstýrismenn

Sólvit Nolsø er í uppskoti at gerast landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin.
Tað váttar Havnar Framburðsfelag.
Annika Olsen er ikki í uppskoti.
Og sum Dagur og vika skilja, er Beinir Johannesen, løgtingsmaður, eisini í uppskoti.
Sum skilst fer Fólkaflokkurin í kvøld at gera av, hvørji landsstýrisfólk mælt verður løgmanni at seta.
Yngri kreftir
Um avgerðina at skjóta Sólvit Nolsø upp til landsstýrismann, skrivar Havnar Framburðsfelag á facebook:
- Tað gera vit, tí vit halda tað verða umráðandi, at flokkurin setur yngri fólk við, og á tann hátt framtíðartryggjar flokkin. Sólvit er ein ungur maður, sum vit meta kann verða ein góður politikari fyri flokkin, skrivar politiska lokalfelagið í Suðurstreymoy.
Annika Olsen er ikki í uppskoti. Orsøkin er helst tann, at Havnar Framburðsfelag veit, at tingmanningin neyvan hevði góðtikið Anniku Olsen.
Stuðla Anniku
Havnar Framburðsfelag stuðlar hóast alt Anniku Olsen, og lýsir harvið møguliga eina ósemju í flokkinum um avgerðina hjá Anniku Olsen at atkvøða fyri fyri uppskotinum hjá andstøðuni um sammøður.
Annika Olsen eigur eitt pláss í flokkinum, sigur felagið til óváttaðu tíðindini, um at hon verður koyrd úr flokkinum.
- Vit stuðla eisini Anniku Olsen, sum hevur verið ein góður politikari fyri Fólkaflokkin, og hevur nógv góð úrslit at vísa á. Hon hevur enn nógv gott at geva flokkinum, og tí eigur hon avgjørt eitt pláss í flokkinum, skrivar nevndin í Havnar Framburðsfelag.
Ymsar tilgongdir
Tað er eingin loyna, at Fólkaflokkurin í Norðoyggjum og í Eysturoynni hava eina heilt øðrvísi tilgongd til málið um sammøður, sum Annika Olsen var við til at atkvøða ígjøgnum.
Eyðun á Lakjuni, formaður í Eysturoyar Fólkafloksfelag, hevur ongar viðmerkingar til tíðindini, um at víst verður á Sólvit Nolsø og Beinir Johannesen at vera landsstýrismenn.
Eysturoyar Fólkafloksfelag hevur tvey tingfólk, meðan Suðuroyggin og Vágar hava ein tingsess.
Rói P. Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag, hevur heldur onga viðmerking.
Brandur og Jóhan Eli
Enn vita vit ikki, um hini lokalfeløgini hava skotið upp landsstýrisfólk, annað enn at bæði Suðuroyar Fólkafloksfelag og Sandoyar Fólkafloksfelag alment hava skotið upp Brand Sandoy og
Jóhan Eli Poulsen.
Eftir stendur spurningurin, hvørjum málsøkjum lokalu fólkafloksfeløgini fara eftir.
Aðalráðini, sum mangla ein landsstýrissess, eru fiskivinnumál og almannamál. Ella kanska verður ein broyting, har Jørgen Niclasen fer úr Fíggjarmálaráðnum?
Ein spurningur tykist verða svaraður. Landsstýrið verður eftir øllum at døma burturav mannað við monnum.