Fólkaheilsustýrið byrjar 1. juli

Fólkaheilsustýrið byrjar 1. juli
Í fyrstu atløgu vera Fólkaheilsuráðið, Ílegusavnið og Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu í Fólkaheilsustýrinum
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur sent uppskot um Fólkaheilsustýri til hoyringar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2022 - 08:36

Lógaruppskotið um Fólkaheilsustýrið er gjørt og sent til hoyringar.

Í september í fjør var ætlan um fólkaheilsustýri latin landsstýrismanninum í heilsumálum. 

Mælt var til, at Fólkaheilsustýrið verður sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum. 

Í fyrstu atløgu vera Fólkaheilsuráðið, Ílegusavnið og Deildin fyri Arbeiðs- og almannaheilsu í Fólkaheilsustýrinum. 

Byrja 1. juli

Ætlanin er, sum frálíður, at uppgávur hjá Heilsutrygd, Apoteksverkinum og Sjúkrahúsverkinum skulu flytast til Fólkaheilsustýrið.

Fólkaheilsustýrið, sum skal byrja 1.juli í ár, skal gera tilmæli um ráðlegging í heilsuverkinum, geva heilsufakliga ráðgeving, umsita heilsufremjan og fyribyrging, heilsutilbúgving og Ílegusavnið.

Fólkaheilsustýrið skal eisini útvega hagtøl. Hoyringarfreistin er til 31.januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792