Fólkaflokkurin í Sandoynni vil hava landsstýrisumboð

Fólkaflokkurin í Sandoynni vil hava landsstýrisumboð
Fáa vit onga umboðan, fær tað vanlukkuligar avleiðingar fyri flokkin, sigur formaðurin í Sandoyar Fólkafloksfelag
Formaðurin í Sandoyar Fólkafloksfelag vísir á, at Brandur Sandoy, sum hevur verið varamaður á tingi fyri Fólkaflokkin, hevur havt stóran týdning fyri oynna og hevur á ongan hátt spælt seg av A-liðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.01.2022 - 14:23

Nú Fólkaflokkurin telvar um, hvør skal manna landsstýrisessirnar hjá Jacobi Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, ger fólkafloksfelagið í Sandoynni vart við seg.

Ingimar Tór Thomsen, formaður í Sandoyar Fólkafloksfelag, sigur í einum almennum skrivi í dag, at verður telvað so, at Sandoyggin verður sett uttanfyri og onga umboðan fær, fær tað vanlukkuligar avleiðingar fyri Fólkaflokkin í oynni, og fer uttan iva at fáa stóra neiliga ávirkan á flokkin.

Ingimar Tór Thomsen vísir á, at umboðið hjá Fólkaflokkinum á tingi, Brandur Sandoy, hevur verið borgarstjóri í 10 ár og tingmaður í seks ár, men hann endaði úti í kuldanum, tá landsstýrisfólkini fóru aftur í tingið.

 

Ikki spælt seg av A-liðnum

"Hann hevur havt stóran týdning fyri oynna, og hevur á ongan hátt spælt seg av A-liðnum, og verður hann settur av liðnum, meðan onnur fólk, óroynd í politikki, verða tikin framum, verður tað við garanti at falla í ringa jørð í Sandoynni," skrivar Ingimar Tór Thomsen.

Og hann leggur aftrat:

"Verður telvað so, at vit her suðuri vera sett totalt uttanfyri, og onga umboðan koma at hava, um tað so er verandi umboð, ella okkurt annað, kemur hetta at hava katastrofalar avleiðingar fyri flokkin í oynni, og fer uttan iva at fáa stóra neiliga ávirkan á Fólkaflokkin."

Í løtuni eru, sum skilst, Beinir Johannesen og Sólvit Nolsø í uppskoti at gerast landsstýrismenn, og væntandi fer Fólkaflokkurin at taka endaliga støðu til málið í kvøld.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792