Russland bannar mannarættindafelagsskapi

Russland bannar mannarættindafelagsskapi
Bæði USA og Danmark fordøma russiska dómin, sum í gjár bannaði virkseminum hjá mannarættindafelagsskapinum, Memorial. 
 
29.12.2021 - 09:37

Bæði USA og Danmark fordøma russiska dómin, sum í gjár bannaði virkseminum hjá mannarættindafelagsskapinum, Memorial. 

- Vit heita á russisku myndugleikarnar um at gevast við at leggja eftir óheftum røddum og teimum, sum stríðast fyri mannarættindum, sigur Ned Price, talsmaður hjá amerikanska uttanríkisráðnum, sambært Ritzau.

Á Twitter skrivar danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, at hetta er enn eitt afturstig í minkandi mannarættindunum í Russlandi. Jeppe Kofoed heitir á Russland um at verja mannarættindastríðsfólk, miðlar, journalistar og andstøðulimir. 

Ein dómstólur í Moskva gavi í gjár mannarættindafelagsskapinum, Memorial, boð um at gevast við sínum virksemi. Tað hendi dagin eftir, at leiðarin av Memorial, søgufrøðingurin, Yury A. Dmitriev, fekk longt sín fongsulsdóm úr 13 árum upp í 15 ár. 

Dmitriev hevur kannað og dokumenterað brotsverk móti mannaættini, sum fóru fram undir Stalin-stýrinum. Stuðlar hjá Dmitriev siga, at russisku myndugleikarnir ikki vilja hava hesi brotsverkini frá Stalin-tíðini fram í ljósið, og tí verða Dmitriev og Memorial nú steðgað. 

Dómurin móti Memorial er endin á einum ári, har russisku myndugleikarnir hava sligið hart niður á atfinningarsamar røddir. 

Í januar varð andstøðupolitikarin, Alexei Navalny, fongslaður, tá hann kom aftur til Russlands, og fleiri andstøðubólkar, NGO-felagsskapir og fjølmiðlar merkja trýst og ágang frá myndugleikunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792