Feløgini hjá Wan verða tvingsilsavtikin

bannari
Feløgini hjá Wan verða tvingsilsavtikin
Samband fæst ikki teir, sum varða av feløgunum.
 
26.11.2021 - 15:38

Tey trý smápartafeløgini á Mykinesgøtu 5, El Nino, Coete og Kubilai Khan, eru nú øll í Skiftirættinum. Tey eru undir tvingsilsavtøku.

Tað eru feløg, sum Alain Wan hevur stovnað í Føroyum og sum hava bústað á Mykinesgøtu 5 í Havn.

Feløgini lótu ikki roknskap inn fyri 2020.

Í vikuni kom fram, at felagið El Nino, sum tá kallaðist All Oceans Logistics, fekk 120 milliónir krónur úr Kongo.

Bæði feløgini, El Nino og Kubilai Khan, eru tóm, har eru ongir pengar og ongar kontur eru í Føroyum.

Tey verða koyrd konkurs.

Taks hevur krav ímóti felagnum El Nino.

Tað er góðar 3,9 mió. kr. í partafelagsskatti fyri 2017.

Har er eisini tað, tey kalla krógvað vinningsbýti, ið tey, sum eiga felagið hefta fyri.

Onnur krøv eru ikki.

Coete er undir likvidasjón

Coete eigur tangaskipið Luna, ið, sum skilst, liggur óvirkið við bryggju í Kongo.

Coete er farið undir likvidasjón.

Birita Sandberg Samuelsen er trotarbúarstjóri í øllum trimum feløgum.

Hon hevur roynt at fáa samband við teir, sum varða av feløgunum, men higartil uttan úrslit.

Næsti fundur um øll trý feløgini er í Skiftirættinum tann 18. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463