- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tollkríggið: Hvat ætlar Trump?
Donald Trump, amerikanskur forseti, spælir út við nýggjum átøkum við at leggja avgjøld á vørur í heilum.
Seinast spældi hann út við, at hann ætlaði at leggja ein revsitoll upp á 25 prosent á stál og aluminium, sum koma úr Evropa á amerikanska marknaðin.
Og hann er vísur í, at hann gera rætt og at hann ikki óttast móttiltøkum.
"ES er tað ringasta av tí ringa. Og vit fara at fáa tað aftur. Eg havi eitt val. Vit kunnu bara lata sum einki og so fer alt knappliga í luftina, einaferð fyrr ella seinni. Men vit skylda 36 billiónir dollarar og vit fara at fáa alt aftur."
ES fer at svara aftur
Men Ursulua von der Leyen, ES nevndarforkvinna, sigur at ES fer at svara aftur um mánaðarskiftið.
"Móttiltøkini, sum vit taka avgerð um ídag, eru og og samsvarandi. Tá USA leggur eykatoll á fyri 28 milliardir dollarar, svara vit aftur við tiltøkum fyri 26 milliardir evrur."
Tiltøkini umfata eykatoll á millum annað motorsúkklur, bourbon, jarðnøtasmør og kovboybuksur.
Og Trump var skjótur at svara aftur. Á Twitter skrivar hann, at hann hevur í hyggju at leggja eykatoll upp á 200 prosent á europeiskt rúsdrekka.