Mátingar á havbotninum eru framvegis ríkismál

Mátingar á havbotninum eru framvegis ríkismál
Trine Bramsen, verjumálaráðharri, sigur, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og figgindin kann brúka tær
Verjumálaráðið skal geva loyvi at gera mátingar av havbotninum við Føroyar.
 
29.10.2021 - 09:02

Hóast Føroyar hava yvirtikið málsøkini sjókort og geodata, eru mátingar á havbotninum, sum hava uttanríkispolitiskan, trygdarpolitiskan og verjupolitiskan týdning, framvegis ríkismál.

Tað sigur Trine Bramsen, verjumálaráðharri, í svari til Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Sjúrður Skaale spurdi, hví tey, sum ætla at gera mátingar til sjókort í Føroyum, skulu hava loyvi til tess frá donsku verjuni.

Skulu beina dátur burtur

Fyritøkan Wikmar í Havn, sum í nógv ár hevur kannað botnin í føroysku firðunum, hevur fingið boð um at burturbeina øll botndata, sum eru løgd út til almenna nýtslu síðani 1.januar 2020. 

Trine Bramsen sigur, at mátingar til sjókort kunnu vera trygdarpolitiskt viðkvæmar, tí tær vísa kaðalar, sum eru á havbotninum. Og før úr fíggindalondum kunnu brúka tær.

Tí skal Verjumálaráðið geva loyvi til slíkar mátingar.  Um aðrar mátingar enn til sjókort skulu gerast, kunnu føroyskir myndugleikar geva loyvi til tess, men bara eftir at hava spurt Verjumálaráðið.

Trine Bramsen sigur, at Verjumálaráðið tosar javnan við landsstýrið um hesi mál. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109