Hiddenfjord: Fólk hildu okkum vera ør

Hiddenfjord: Fólk hildu okkum vera ør
Síðani Hiddenfjord gavst at flúgva laks til marknaðir kring heimin, er CO2-útlátið minkað 94 prosent, sigur felagið í tíðindaskrivi og stórslignum lýsingarfilmi
Mynd: Hiddenfjord  
 
11.10.2021 - 11:40

Føroyska alifyritøkan Hiddenfjord skilmarkar eitt ára dagin fyri, at fyritøkan gavst við øllum loftvegis flutningi av laksi út á altjóða marknaðin, við stórslignum lýsingarfilmi og tíðindaskrivi. 

Úrslitið er, sambært Hiddenbjord, at CO2-útlatíð fyri langvegis flutning er minkað við heili 94%, sum svarar til umleið 40.000 tons av CO2 eindum.

Sambært Hiddenfjord sjálvum, so er felagið fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks. 

“Vit hava eina skyldu at framleiða besta laksin í heiminum á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt,” sigur Atli Gregersen, stjóri í Hiddenfjord í tíðindaskrivinum. “Flúgving av mati viðførir púra óneyðugt CO2-útlát.”

 

Keyparar hildu tað vera ørskapur

Hiddenfjord vísir í tíðindaskrivinum á, at ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur flogvegis. Útlát frá flogfrakt er ein týðandi partur av samlaða CO2-útlátinum í heiminum.

Føroyska alifyritøkan vísir til eina kanning, sum norska kanningarstovan SINTEF gjørdi í 2020. Kanningin vísur, at flogfrakt elvir til umleið fimmti ferðir meira CO2 samanborið við frakt, ið verður flutt sjóvegis.

At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum hevur ikki verið ein løtt uppgáva, vísir Hiddenfjord á í tíðindaskrivinum, og tað hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti.

“Í fyrstani hildu keyparar uttanlands at vit vóru ør at taka eina slíka avgerð,” sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord.

“Men við tíðini hava vit prógvað, millum annað við smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, at okkara laksur, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin, og harumframt heldur hann sær longri.”

Hiddenfjord hevur eisini latið ein stórfingnan lýsingarfilm gera í sambandi við eitt ára dagin, har Hiddenfjord eggjar øðrum í matvøruvinnuni at taka stig til at minka um síni CO2-útlát. 
 

SÍ EISINI INNSLAG UM EVNIÐ Í DEGI OG VIKU. 

20210916_DAALKAR_OV_ILLA_AT_FLUGVA_LAKSIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371