Ternan kostaði 21 mió. kr. at umvæla

Ternan kostaði 21 mió. kr. at umvæla
Landsstýrið biður um fýra milliónir krónur til Standfaraskip landsins, nú uppskot um eykajáttanarlóg er komið
Ternan varð umvæld á Klaksvíkar sleipistøð. Arbeiðið kostaði 21,2 mió. kr.
 
08.10.2021 - 08:25

Tað kostaði 21,2 mió. kr. at umvæla standfaraskipið Ternuna, 3,2 milliónir meira enn væntað.

Og Teistin kostaði 4,1 millión, 800.000 krónur meira enn væntað.

Landsstýrið biður um fýra milliónir krónur til Standfaraskip landsins, nú uppskot um eykajáttanarlóg er komið. 

Biðið verður eisini um 4,1 mió. kr. í eykajáttan til at reka havrannsóknarskipið av Jákup Sverra í ár, so skipið kann brúka upprunaligu siglingarætlanina, sum Havstovan gjørdi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823