- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biðja um 14 mió. kr. til serviðgerð uttanlands
Biðja um 14 mió. kr. til serviðgerð uttanlands
Játtanin minkaði í vár, men nú vísir tað seg, at sjúklingatalið er á leið tað sama sum í 2019

Korona avmarkaði virksemið útlendskum sjúkrahúsum, men nú er sjúklingatalið vaksið aftur.
08.10.2021 - 08:35
Í apríl bað landsstýrið um, at játtanin til serviðgerð uttanlands minkaði 22 mió. kr.
Nú biður landsstýrið um 14 milliónir í meirjáttan.
Játtanin minkaði, tí korona avmarkaði virksemið útlendskum sjúkrahúsum. Tí vóru nógv færri sjúklingar sendir av landinum, var sagt tá.
Men nú, hálvt ár seinni, vísir tað seg, at sjúklingatalið er á leið tað sama sum í 2019.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV