Uttanríkisráðharrin til Føroya í dag

Uttanríkisráðharrin til Føroya í dag
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, og Jenis av Rana, landsstýrismaður, hava fund í Miðvági seinnapartin
Jenis av Rana og Jeppe Kofod hittast í Miðvági seinnapartin. ES og Føroyar og samstarv á trygdarpolitiska økinum eru millum evnini, sum teir fara at umrøða.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.10.2021 - 09:05

Viðurskiftini millum Føroyar og ES, langtíðarætlan um arktiska arbeiðið hjá Føroyum og Danmark, og samstarv á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, eru á skránni fyri fundin millum danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, og Jenis av Rana, landsstýrismann, í Miðvági seinnapartin.

Í morgin ári hava teir báðir tíðindafund á Tinganesi.

Eftir tann fundin hittir Jeppe Kofod Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. 

Eisini verður vitjað hjá Bakkafrosti á Glyvrum, áðrenn uttanríkisráðharrin fer til Danmarkar aftur seinnapartin í morgin..

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823