- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tilbúgvingarætlan um slopnan alifisk

Tað, sum hendi í Leynará summarið 2018, hevur fingið Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at gera uppskot um eina tilbúgvingarætlan um slopnan alifisk.
Nógvur laksur var í Leynará á sumri 2018. Hildið var, at hetta var alilaksur.
Alifeløgini kannaðu øll sínar nótir, men funnu einki hol.
Fiskurin illa fyri
Fiskaaling gjørdi kanningar, sum vístu, at talan sannlíkt var um nýliga slopnan alilaks. Fiskurin var illa fyri, og fiskar doyðu í ánni.
Kanningar staðfestu, at laksurin hevði hjartaklovning.
Hóast ógreitt var, hvør skuldi fáa laksin úr ánni, avgjørdu Havbúnaðarfelagið og tey trý alifeløgini at taka fiskin úr ánni. Sílaveiðifelagið hjálpi teimum.
Landsdjóralæknin og Umhvørvis- og Vinnumálaráðið samskipaðu tøkuna.
Nú skal gerast greitt, hvør hevur ábyrgdina í slíkum førum.
Jarðareigarar kunnu ikki nokta
Fólk, sum landsdjóralæknin góðkennir, skulu sleppa í vøtn og áir eftir slopnum alifiski. Jarðareigarar kunnu ikki nokta.
Í galdandi lóg eru ongar reglur um skylduna hjá teimum, sum hava aliloyvi, at fáa slopnan alifisk aftur úr áum og vøtnum í teimum førum, tá ikki ber til at staðfesta, úr hvørjum alibrúki, laksurin er.
Endamálið við lógarbroytingini er stutt og greitt at útvega greiða lógarheimild fyri, at í førum, tá alifiskur er sloppin og stendur í áum og vøtnum, og ikki kann staðfestast, hvaðan hann kemur, kann farast í áir og vøtn eftir honum.
Havbúnaðarfelagið og landsdjóralæknin skulu gera eina tilbúgvingarætlan um hetta. Alivinnan skal bera kostnaðin.