Trivnaðarnevndin viðger nú uppskotini um sammóður

Trivnaðarnevndin viðger nú uppskotini um sammóður
Fyrstu innkallingarnar vera um einar 14 dagar.
Uni Rasmussen er formaður í Trivnaðarnevndini.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
06.10.2021 - 15:09

Trivnaðarnevndin hjá løgtinginum hevði í dag fyrsta fundin um tey trý uppskotini um sammóður, sum tingfólk í Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsóknhava lagt fram.

Uni Rasmussen, formaður í Trivnaðarnevndini, sigur, at nevndin fer nú at boðsenda fólki at koma í nevndina at siga sína hugsan um uppskotini, og ein listi við innkallingum var gjørdur á fyrsta fundinum.

Ætlanin er at boðsenda 12 fólkum.

Fyrstu innkallingarnar vera um einar 14 dagar, sigur Uni Rasmussen.

Tey trý uppskotini fingu fyrstu viðgerð í tinginum 30. september, og vóru øll beind í Trivnaðarnevndina. 

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. mars
Morgunlestur mánadagur 10. mars 2025
188897
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823