- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kunnu leiga bústaðir út skattafrítt fyri 100.000 kr.

Fíggjarmálaráðið ætlar at broyta skattalógina, so fólk framvegis kunnu langtíðarleiga bústaðir skattafrítt fyri 100.000 kr.
Skattafrádrátturin hækkaði úr 50.000 kr. upp í 100.000 kr. í 2019. Men tá varð eisini ásett, at frádrátturin skuldi niður aftur í 50.000 kr. í 2022.
Tað skal hann so ikki kortini sambært lógaruppskotinum, sum nú gjørt.
Endamálið er at útvega fleiri bústaðir til langtíðarleigu.
Korona ávirkaði
Korona gjørdi, at sera fá ferðafólk komu til Føroya. Tí er torført at meta, um skattafrádrátturin hevur havt ætlaðu ávirkanina, sum er, at fleiri hús og bústaðir eru tøk at leiga fólki, sum býr í Føroyum.
Ábendingar eru tó um, at so er, sigur Fíggjarmálaráðið, sum tó enn bara hevur tølini frá 2019 at miða seg eftir.
Skatturin av húsaleigu verður býttur millum landið, sum fær 55 prosent, og avvarðandi kommunu, sum fær 45 prosent.
Roknað verður ikki við, at inntøkurnar frá húsaleiguskattinum vera stórvegis lægri, um frádrátturin fyri húsaleigu er 100.000 kr. heldur enn 50.000 kr., sigur Fíggjarmálaráðið.