- Tíðindi, mentan og ítróttur
Broyting í Kærustovninum krevur 40 aðrar lógarbroytingar

Nú lógin um Føroya kærustovn skal broytast nógv, er neyðugt í fyrsta umfari eisini at broyta 40 aðrar lógir.
Í uppskotinum um Kærustovnin er ætlanin at skipa Kærustovnin sum sjálvstøðugan og óheftan myndugleika.
Hetta ger, at 11 kærunevndir og aðrar nevndir, sum Kærustovnurin í dag er skrivstova hjá, verða tiknar av.
Ein kærunevnd, Fjølmiðlanevndin, verður flutt.
Heimildir fluttar til Kærustovnin
So hvørt kærunevndinar verða strikaðar, - tvey ár eru sett av til tess, verða heimildir teirra fluttar til Kærustovnin.
Longu 1.januar næsta ár verða Kærunevndin í almannamálum, familjumálum og heilsumálum, Skatta- og avgjaldskærunevndin og Kærunevndin hjá Studna fluttar til Kærustovnin.
Í tí sambandi skulu 40 lógir broytast.
Neyðugt verður eisini at broyta nógvar kunngerðir.