
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú fer samstarvsráðið til verka

Nýggja samstarvsráðið millum Danmark, Føroyar og Grønland fer nú til verka.
Seinnapartin hava teir tríggir stjórnarleiðararnir í ríkisfelagsskapinum, Mette Frederiksen, forsætisráðharri, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Muté B. Egede, landsstýrisformaður, skrivað undir eina avtalu, ið ásetur karmarnar fyri samstarvið.
Nýggja samstarvsráðið er stovnað, tí tørvur er á sterkari samstarvi og betri samskipan, nú stórveldini vísa áhuga fyri norðuratlantshavi og Arktis, skrivar Løgmansskrivstovan.
Semjusøkjandi
- Eg haldi, at nýggja samstarvsráðið er eitt greitt og ítøkiligt úrslit av góða og semjusøkjandi samstarvinum millum Danmark, Føroyar og Grønland seinastu árini. Vit merkja stútt og støðugt ein størri áhuga fyri Føroyum frá stórveldinum, og eg vænti, at samstarvsráðið fer at hava ein týðandi lut at tryggja okkum størri innlit og ávirkan á okkara trygdar- og verjupolitisku viðurskiftini næstu árini, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Umboðini í samstarvsráðnum eru ráðharrar og landsstýrisfólk úr Danmark, Grønlandi og Føroyum.
Føroyar hava formansskapin í samstarvsráðnum í 2022.
>>>Her er avtalan um samstarvsráðið<<<
Bárður á Steig Nielsen, Mette Frederiksen og Mute B. Egede.