- Tíðindi, mentan og ítróttur
Edva Jacobsen vil hava makrelkvotu til útróðurin

Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, heldur, at útróðrarflotin eigur eisini at fáa makrelkvotu.
Hon hevur sett Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein skrivligan fyrispurning, sum skal svarast í tinginum.
Edva Jacobsen spyr, nær landsstýrismaðurin heldur, at uppskot um at broyta sjófeingslógina eigur at verða lagt fyri tingið, soleiðis at útróðrarbátar eisini fáa part av kvotunum til uppsjóvarfiskiskap, m.a. makrelkvotu.
Útróðurin við sviðusoð
Edva Jacobsen sigur, at einasti skipabólkur, sum ikki hevur fingið møguleika at styrkja sítt fíggjarliga grundarlag, er bólkurin hjá útróðrarbátum. Nú er høvi at rætta skeivleikan. Hesin skipabólkur kann eins væl og aðrar skipabólkar gera avtalur um at fáa kvotuna fiskaða, sigur Edva Jacobsen.
Nú føroyingar hava ásett sær eina stóra makrelkvotu fyri í ár, er rímiligt at hesin parturin av flotanum eisini fær part í útlutingini, og ikki aftur verður settur aftast í røðini, sigur Edva Jacobsen í viðmerkingunum til skrivliga fyrispurningin.
Løgtingið fer á tingfundinum mikudagin at taka støðu til, um spurningurin skal svarast.