Sjófeingislógin skal eisini umfata deksbátar

Sjófeingislógin skal eisini umfata deksbátar
Fiskimálaráðið heldur, at sluppungarnir hava ofta mentanarsøguligan týdning
Deksbáturin Grinkil. Fiskimálaráðið skjýtur nú upp, at sluppungar, deksbátar, eisini skulu vera fevndir av lógini um sjófeingi
Mynd: Myndin er lænt av Facebook-vanganum hjá Tórbirni Jacobsen.  
 
29.09.2021 - 08:56

Sluppungar eru eisini við í lógaruppskotinum um broytingar í lógini um sjófeingi. 

Í lógini stendur, at fyri at reka vinnuligan fiskiskap, krevst, at tann sum eigur fiskifar, er fólk ella smápartafelag ella felag í Føroyum.

Nú verður skotið upp, at undantak kann gevast frá treytunum um eigaraviðurskifti fyri eldri deksbátar, smíðaðir í Føroyum, so møguleiki er hjá eigarunum at skipa seg í annað enn partafelag ella smápartafelag. 

Hesir deksbátar, sluppungar, hava ofta mentanarsøguligan týdning.

Tí heldur Fiskimálaráðið, at tey, sum varðveita hesar bátarnar, eiga at hava møguleikan at skipa eigaraviðurskiftini í til dømis ein grunn. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823