Ófráboðaðir spurningar og strikað ríkisveiting í tinginum í dag

Ófráboðaðir spurningar og strikað ríkisveiting í tinginum í dag
Tingfundurin byrjar klokkan 11
 
29.09.2021 - 08:36

Fyri fyrstu ferð í hesi tingsetuni eru ófráboðaðir fyrispurningar í løgtinginum í dag.

Ófráboðaðir spurningar kunnu í mesta lagi vara eina tíma, og hvør spurningur má í mesta lagi vara í 10 minuttir, sigur tingskipanin.

Hvørt løgtingsfólk kann bara koma við einum høvuðsspurningi. 

Eftir ófráboðaðu spurningarnar fer løgtingið at viðgera uppskotið hjá Tjóðveldi um at strika donsku ríkisveitingina til Føroya.

Tjóðveldi vil, at ríkisveitingin úr Danmark, sum nú er 641,8 mió. kr., minkar góðar 90 mió. kr. um árið til einki er eftir í 2030.

Tingfundurin í dag er kl.11.00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823