- Tíðindi, mentan og ítróttur
Peningur settur av at dagføra tunlar

Sambært Landsverki er einki berghol í Føroyum beinleiðis ótrygt.
Bergholini eru gjørd sambært teimum krøvum, sum vóru galdandi, tá tey vóru gjørd.
Men nógv teirra eru ikki dagførd, so tey hóska til ferðsluna og dagførd trygdarkrøv.
Einki berghol er tó beinleiðis ótrygt.
Peningur á langtíðarløguætlanini
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Jóhannisi Joensen, løgtingsmanni, sum spurdi um millum annað tilbúgvingina í Kollafjarðartunlinum.
Landsstýrismaðurin sigur, at í langtíðarløguætlanini hjá landinum eru pengar til at dagføra Kollfjarðartunnilin og Leirvíkstunnilin.
Tilbúgvingarætlan er gjørd fyri øll nýggju bergholini og tey flestu gomlu.
Tá nýggir tunlar vera bygdir, ella verandi tunlar verða dagførdir, fylgir Landsverk norskum krøvum.