- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin lóg forðar fyri at brúka MobilePay í Føroyum
Eingin lóg forðar fyri at brúka MobilePay í Føroyum
Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, hevur svarað Edmundi Joensen, fólkatingsmanni

Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, sigur í svarinum, at hann fer at heita á MobilePay um bjóða føroyingum sína tænastu
27.09.2021 - 08:57
Einki í danskari ella føroyskari lóg forðar føroyskum peningarstovnum í at hava samstarv við MobilePay.
Tað sigur danska Fíggjareftirlitið.
Simon Kollerup, vinnumálaráðharri, hevur svarað Edmundi Joensen, fólkatingsmanni, sum spurdi, hví tey, sum hava føroyska bankakontu, ikki kunnu brúka MoibilePay.
Hann svarar við einum svari frá Fíggjareftirlitinum, sum sigur, at eingin lóg forðar føroyskum peningastovnum í at hava samstarv við MobilePay.
Simon Kollerup sigur eisini, at hann fer at heita á MobilePay um bjóða føroyingum sína tænastu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV