- Tíðindi, mentan og ítróttur
17 nýggir tilburðir
17 nýggir tilburðir
Korona-smittan ger framvegis um seg, og talið av sjúkum heldur fram við at vaksa

25.09.2021 - 12:35
Fyri løtu síðani boðaði landslæknin frá, at 17 nýggir tilburðir av korona eru staðfestir síðsta samdøgrið.
Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.
1205 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið.
Í løtuni eru 69 fólk í Føroyum smittað við korona.
Talið er tað hægsta síðani beint fyri ólavsøku.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV