- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fíggjarnevndin viðger vegir og berghol
Fíggjarnevndin viðger vegir og berghol
Mentanarnevndin hevur eisini fund í dag, og hon fer at viðgera trý uppskot frá andstøðuni

Innkomuvegurin til Havnar frá Eysturoyartunlinum er til viðgerðar í fíggjarnevndini í dag.
23.09.2021 - 08:35
Vegir og berghol fyri 279 milliónir krónur eru á skránni hjá Fíggjarnevndini hjá løgtinginum í dag.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur biðið um 110 milliónir til uttara ringvegin í Havn, innkomuvegin frá Eysturoyartunlinum, og 169 milliónir til berghol millum Ørðavík og Fámjin.
Mentanarnevndin hevur eisini fund í dag.
Hon skal viðgera trý uppskot frá andstøðuflokkum.
Javnaðarflokkurin vil hava minstamark av starvsfólkatímum á dagsstovnum.
Og Tjóðveldi hevur uppskot til samtyktar um stórhøll og filmsgrunn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV