Festarar sleppa ikki undan at hefta fyri lánum

Festarar sleppa ikki undan at hefta fyri lánum
Neyðugt er at viðgera og lýsa málið neyvari, áðrenn støða kann takast til lógarbroytingar, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður
Enn er eingin ítøkilig ætlan um at sleppa festarum undan at hefta persónliga fyri lánum, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, í svari til Aksel V. Johannesen.
 
23.09.2021 - 08:42

Enn er eingin ítøkilig ætlan um sleppa festarum undan at hefta persónliga fyri lánum, sum teir taka fyri at keypa eitt festi ella til bygningar, sum eru settir í festibrævið.

Mett verður ikki, at festarar eiga at veðhalda persónliga fyri lánum úr Búnaðargrunninum.

Men yvirskipaða málið um fíggingarviðurskiftini í landbúnaðinum er stórt.

Málið má lýsast

Neyðugt er tí at viðgera og lýsa fleiri tættir í hesum samansetta máli neyvari, áðrenn støða kann takast til, um og hvussu møguligar lógarbroytingar skulu gerast.

Hetta er svarið, sum Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður, fekk frá Magnusi Rasmussen, landsstýrismanni, tá hann spurdi um lánini hjá festarum.

Í 2007 helt Løgtingsins umboðsmaður, at festarin eigur ikki at hefta fyri lánum.

Síðani eru festibrøvini vorðin umsetilig, tey kunnu seljast fyri í minsta lagi tað, sum tey eru verd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823