- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reka lítla grind á Kollafjørð
Reka lítla grind á Kollafjørð
Grindin verður mett at vera 10 til 15 hval
22.09.2021 - 15:33
Ein lítil grind er seinnapartin funnin í Tangafirði, og hon verður eftir ætlan verður rikin inn á Kollafjørð.
Grindin er mett at vera um 10 til 15 hval, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Sambært sýslumanninum var ætlanin at merkja grindina og síðani sleppa henni, men Náttúrugrípasavnið hevur boðað frá, at tey ikki hava neyðuga útgerðina til at merkja grindina.
Tí verður hon hildin til.
Dagført:
Grindin hevur lagt beinini í Kollafirði fyri løtu síðani, og drápið gekk fyrimyndarliga væl, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.
Grindin verður helst býtt í drápspartar, sigur sýslumaðurin.
Tað gekk skjótt at halda grindini til. (Mynd: Kenneth Jørgensen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV