- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rættarnevndin viðger fleiri mál í dag
Rættarnevndin viðger fleiri mál í dag
Á skránni eru m.a. Kærustovnurin og uppskotið um møguleikarnar hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum

Fleiri mál eru á skránni hjá rættarnevndini í dag.
22.09.2021 - 09:00
Nýggja lógin um Kærustovnin verður viðgjørd á fundinum hjá Rættarnevndini hjá løgtinginum í dag.
Nógvar innkallingar eru gjørdar, millum annað tveir landsstýrismenn, Magnus Rasmussen og Kaj Leo Holm Johannesen, og løgmaður hava fingið fundarboð.
Uppskotið um møguleikarnar hjá útlendingum at keypa fastogn í Føroyum er eisini á skránni fyri fundin í dag.
Uppskotini hjá Javnaðarflokkinum um frítíð við løn og um almennan lønarstiga og ársfrágreiðingin hjá Løgtingsins umboðsmanni fyri árið 2020 skulu eisini viðgerast á fundinum hjá Rættarnevndini í dag.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV