- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitja varðhaldið og politistøðina

Føroyanevndin hjá fólkatinginum var í morgun í Vinnuhúsinum, og er nú veg í Mjørkadal at vitja varðhaldið.
Fyrrapartin er nýggja politistøðin eisini á skránni.
Seinnapartin fer nevndin í Hugskotið og gonguferð á Oyri, har formaðurin í nevndini, Edmund Joensen, býr.
Til Klaksvíkar
Í morgin eru Bakkafrost á Glyvrum, Gloria í Klaksvík, Føroya bjór, Christianskirkjan, Betesda og Looknorth á skránni.
Borgarstjórin í Klaksvík hittir nevndina við Djúpumýrar.
Mikumorgunin hittir nevndin løgmann, Uttanlandsnevndina. Hon vitjar Arktis Kommando, Barnaverndarstovuna og mikukvøldið hevur Kingokórið kirkjukonsert í Tjørnuvík.
Hósdagin eru Listaskálin og Glasir á skránni, áðrenn nevndin fer til Danmarkar kl.15.00.
Tíggju limir í Føroyanevndini teknaðu seg til Føroyaferðina.
Teirra millum eru føroysku fólkatingslimirnir, Edmund Joensen, sum er nevndarformaður, og Sjúrður Skaale, sum er næstformaður. Harafturat eru tveir embætismenn.
Fyrsta vitjan síðani 2019
Hetta er fyrstu ferð eftir fólkatingsvalið í 2019, at Føroyanevndin kemur til Føroya.
29 fólk eru í Føroyanevndini.
Endamálið við hesum ferðunum er at hitta politikarar, embætisfólk og vinnulívsfólk í Føroyum.
Fíggjarætlanin hjá ferðini er mett at vera 150.000 kr.