Flokkurin hjá Løkke stillar upp til næsta fólkatingsval

Flokkurin hjá Løkke stillar upp til næsta fólkatingsval
Moderaterne hevur fingið nóg nógvar undirskriftir, og flokkurin fer at kunngera sínar ætlanir eftir kommunuvalið í heyst
Lars Løkke Rasmussen hevur fingið nóg mikið av undirskriftum til nýggja flokkin Moderaterne, og ætlanin er at stilla upp til fólkatingsvalið, sum verður í seinasta lagi í 2023.
 
15.09.2021 - 10:47

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, hevur nú almannakunngjørt, at hann fer at stovna ein nýggjan politiskan flokk, sum stillar upp á fólkatingsvalinum, sum verður í seinasta lagi í juni í 2023.

Hann hevur fingið 20.182 undirskriftir, sum geva honum loyvi at stovna flokkin.

Lars Løkke Rasmussen tók seg úr Vinstraflokkinum 1. januar, eftir at hava verið limur í flokkinum í 40 ár.

Lars Løkke Rasmussen hevur arbeitt við ætlanini um ein nýggjan flokk síðani í januar, og nú tykist hann at vera komin á mál.

Gjørdist floksformaður í 2009

Lars Løkke Rasmusen gjørdist formaður í Vinstra í 2009, og samstundis forsætisráðharri, eftir at táverandi forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, tók við starvinum sum aðalskrivari í NATO.

Í 2015 gjørdist hann aftur forsætisráðharri, men órógv í flokkinum hevði við sær, at hann legði frá sær sum formaður, og seinni fór hann úr flokkinum.

Á valinum í 2019 fekk Lars Løkke Rasmussen 40.000 persónligar atkvøður, bert Mette Frederiksen, forsætisráðharri fekk fleiri.

Moderaterne fer at almannakunngera ætlanirnar hjá flokkinum, eftir kommunuvalið sum verður í heyst, sigur Lars Løkke Rasmussen við Ekstrablaðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. mars
Bolero - Kvinnuligir tónasmiðir
188876
Sunnudag 9. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
188875
Sunnudag 9. mars
Kallið: "Kvinnan skal tiga ! ?"
188796
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. mars
Djóralækni og skúlastjóri
188123
Fríggjadag 7. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
188792
Fríggjadag 7. mars
Veðrið
188823